Tuesday, May 27, 2025



Beistaktigur bassur á hypnotiskum dansigólvi

]  ]  ] 

Seinastu tvey árini hava TEKNO tiltøk stungið seg upp her og har í djúpu, bassutu undirgrundini. 

Teknohøvd koma saman, seta upp, leggja lag á, og dansa ígjøgnum náttina. 

Fríggjakvøldið 25. juli verður eitt TEKNO í Perluni, sum partur av ársins Tórsfest. 

Skráin bjóðar fimm nøvn, sum telja seks persónar: 
- tríggjar damur og tríggjar harrar. 



Tú kemur at uppliva: 

Duoina 2xSlay við sínum tokka til melodiskt Tekno, Deep House og House. 
Trygva, sum elskar allar elektroniskar krókar. 
Tað djúpa huglagið frá HNTZ við myrkum elementum og tungum stevi, sum dansar á linjuni við Psy-heimin. 
Eitt rátt og hypnotiskt dansigólv frá donsku Holtz
Og at enda EI.VN við sínum tætta, groovy og beistaktiga Tekno. 

SKRÁ: 
22.00: 2xSLAY 
23.00: TRYGVI 
00.00: HNTZ 
01.15: HOLTZ (DK) 
02.30: EI.VN



EI.VN - tætt, groovy og beistaktugt

EI.VN er onkusvegna farin frá at ganga á fjall á Nesi í Vági, har hann er uppvaksin, til at spæla á mest viðurkendu Tekno-klubbunum í Keypmannhavn. Hann hevur búð í Danmark seinastu árini, har hann hevur spælt seg inn í undirgrundina, og tekur hana nú við á Tórsfest við 150 sløgum um minuttin.

Tónleikaliga baklandið hjá EI.VN er í klassiskum og jazzi, men hann hevur funnið sítt kall í tøttum, groovy og beistaktigum Tekno. Hann er eisini onnur helvt av nýggja DJ kollektivinum Eros Haven, har hann kuraterar tiltøk í Keypmannahavn saman við donsku Holtz - sum eisini kemur til Føroyar at diska í Perluni 25. juli.

Lurta:
Soundcloud
Mixtape á Darr (59:52)

Fylg:
Eivin á Instagram
Eros Haven á Instagram


Holtz (DK) - rátt og hypnotiskt dansigólv

Holtz kemur úr undirgrunds senuni í Keypmannahavn. Hon er m.a onnur helvt av nýggja DJ kollektivinum Eros Haven, sum kuraterar tiltøk saman við føroyska EI.VN, og tey koma bæði til Føroyar at kóka náttina í Perluni upp 25. juli.

Holtz er vaksin upp í Næstved og hevur diskað, síðani hon var 13 ár. Seinastu árini hevur hon útviklað sær eitt persónligt ljóð av hørðum sløgum og djúpum, rullandi groove. Settini hjá henni hava bæði styrki og dýpd, og hon skapar eitt rátt og hypnotiskt dansigólv, sum fær tínar teknoveingir á flog frá fyrsta stevi.

Holtz er næstsíðsta navnið á skránni í Perluni og fer á kl 01.15

Lurta:
Soundcloud

Fylg:
Holtz á Instagram
Eros Haven á Instagram

HNTZ – rullandi og myrkt við tungum stevi

HNTZ er DJ og Tekno framleiðari við fleiri árum á baki. Hann ger tað slagið av Tekno, ið flokkast undir ”Peak time / drive”. Ein rullandi, djúpur Tekno stílur við myrkum elementum og tungum stevi, sum typiskt liggur millum 126-135 bpm, og sum dansar á linjuni við Psy-heimin.

Síðani 2023 hevur hann givið fleiri EPir, stakløg og remiks út á fimm ymsum labels (í DK, LA og CA), og fleiri av útgávunum hjá honum eru endaðar á top 100 listum á Beatport.

Tá HNTZ diskar, spælir hann bæði sítt egna og tónleik hjá øðrum – alt í trúfasta Tekno andanum, sum hann sjálvur dámar og smíðar.

HNTZ er miðlingurin á skránni í Perluni og spælir á midátt.

Lurta:
Soundcloud

Fylg:
Instagram

TRYGVI – elskar allar elektroniskar krókar

Trygvi er etableraður í náttarlívinum; er tað til skitin heimaball, elegant tiltøk ella sum DJ á barr, so hevur hann roynt tað. Hann er kendur fyri síni føroysku bootleg remix, ið altíð fáa fólk upp í gear.

Í samrøðu við net-miðilin Darr hevur Trygvi sagt, at hann kann diska allar stílar, men hjartað liggur í tí elektroniska:

- Eg havi ongantíð kunnað hildið meg til bara eitt tónleikaslag, tí har er alt ov nógv at velja ímillum. Eg elski allar krókar av elektroniskum tónleiki og eg seti nógv ymiskt saman. Eitt nú úr UK garage, Psychadelica úr Trance og ráu orkuna úr Tekno.

Trygvi er nr 2 á skránni og spælir kl 23.00

Lurta:
Soundcloud mixtape "Sirkus open format"
Soundcloud mixtape "Darr Tape 4"

Fylg:
instagram.com/trygvi_of_earth/

2XSLAY - melodiskt tekno við deep og house

Tær eru sum dagur og nátt men renna saman við áhuganum í at levera ljóðmyndir, sum fara undir húðina á tær. Seinasta árið hava tær verið virknar uppá nógvar ymsar mátar, frá pultinum í Sirkus til privatar veitslur og eru eisini bókaðar á G! Festivalin í summar.

Tær spæla nógvan ymsan tónleik, sum ger fjøldina glaða, og so hava tær eisini ein serligan tokka til elektroniskan tónleik - sum er tað, vit koma at hoyra frá teimum til Tekno í Perluni. Hjartað liggur mest til Melodic Tekno við góðum íkasti av Deep & House.

2xSlay opna pallin í Perluni og spæla kl 22.00

Fylg: 
Instagram


Thursday, December 19, 2024



Kom við til ein sving om í myrkrinum.

Dansa jólafeittið av og uppliv okkurt, tú ikki finnur aðrastaðni.

26.12.24
kl 00-04
Hurð kl 23


100 kr





HNTZ - leverar eitt dansigólv við botntungum, rullandi Techno, sum dansar á linjuni við 
Psy-heimin.
https://soundcloud.com/jaspur-hentze

EI .VN - vaksin upp við klassiskum og jazzi og hevur funnið sítt kall í tøttum, groovy og beistaktigum Techno.
https://soundcloud.com/ei_vin

👽
’Tekno’ design : @johnnyzhit
Uppseting : @sunnevahabergeysturstein

Saturday, June 29, 2024



Kvøldið, 
tá Voxbotn er, 
verður 
TEKNO 
Niðri Undir 
frá kl 00-04 
við 
Kaufmann 
og 
Playmo.


Hurðar: 23
Ókeypis




⚙️ Kaufmann, eisini kendur sum Hjalte Bachmann, leggur út við einum breiðum spektrum av elektroniskum flammum, har alt frá jungle, d’nb, house og techno verður spælt.

⚙️ Føroyska tekno-perlan Playmo, vanligt nevndur Dávur Poulsen, leiðir teg víðari út á náttina við ótroyttandi, ótolandi, náðileysum tracks.

Traðka inn í 4 dimensión Niðri Undir hetta kvøldið, har bassurin er Gud.

👽
’Tekno’ design : @johnnyzhit
Uppseting : @sunnevahabergeysturstein

Friday, June 7, 2024

 Frí 7. juni - ella náttina til 8., sum eisini er Mentanarnátt í Havn - lata vit aftur dyrnar upp til rungandi karmar, har bassurin er gud.

Frá kl 1-4 eru tað Back2bareback DJs Búi Rouch og Dan Helgi í Gong (Helgi), sum leiða elektronisku dansiveitsluna.

@back2bareback

Í 2022 høvdu Búi og Dan sína fyrstu framførslu í Sirkus sum DJ-duettin Back2bareback. Íblásturin til hesa duo kemur úr náttarlívinum í Berlin og London, har ávikavist Búi og Helgi hava búð. Tónleikurin, teir spæla, ferðast millum House, Acid-House, Disco, Techno og annan elektroniskan tónleik.

Kom oman tíðliga, ver alla náttina og uppliv og hoyr okkurt, tú ikki finnur aðrastaðni hesa náttina.

Áðrenn Back2bareback fara á kl 1 eru hesar konsertirnar Niðri Undir:
23.00: @witchy_witchery_offical
23.15: @joeandtheshitboys
00.15: @s_pervisjon

Tað er ókeypis atgongd alt kvøldið.
Vit gleða okkum at dansa í mykrinum saman við tær.

Dyrnar opna kl 22.00

👽
’Tekno’ design : @johnnyzhit
Uppseting : @sunnevahabergeysturstein

Saturday, May 18, 2024


Náttina til sunnudag, frá ley 18. mai inn í 19., opna vit dyrnar inn til rungandi karmar, har bassurin er gud.


Hurðar: 23.30

Kaufmann
Djús
Hntz

Entre 100kr:
atgongumerki.fo






Kaufmann leggur út við at leiða teg gjøgnum eitt breitt spektrum av elektroniskum flammum, har alt frá jungle, d’nb, house og techno verður spælt.
@hjalte.bachmann

Aftaná kemur frísktpressaða Djús at leiða teg longur út á náttina við pure bangers og tungum bassi.
@dagmareydunsdottir

Hntz trínur aftanfyri pultin og lukkar biksina við sínum rullandi, botntunga techno stíli, sum dansar á linjuni við psy-universid.
@hntz_music_

Kom oman tíðliga, ver alla náttina og uppliv og hoyr okkurt, tú ikki finnur aðrastaðni hesa náttina.
Vit gleða okkum at dansa í mykrinum saman við tær.

👽
’Tekno’ design : @johnnyzhit
Uppseting : @sunnevahabergeysturstein

Tuesday, December 26, 2023


2. Jólakv
26.12.23
00-04

Onkur
Hntz
Playmo

Hurðar: 23
Entre: 100


👽
’Tekno’ design :
@johnnyzhit
Uppseting : @sunnevahabergeysturstein

Friday, April 7, 2023


☣️ HnTz & Djús ☣️

Minimal. Tekno. House.

Niðri Undir 
frí 07.04.23
frá 00.00

Hurðar: 23
· 50 kr entre frá kl 1
· ókeypis atgongd áðrenn

HnTz mix á Soundcloud:
https://on.soundcloud.com/cmZf6